treytir

Bílegging/sáttmálar

Tá tú bíleggur eina ella fleiri vørur, verður ein leigusáttmáli gjørdur. Sáttmálin skal tryggja, at tað ikki henda misskiljingar millum okkum sum útleigara og teg sum fyriskipara. Syrg tí altíð fyri at nærlesa avtaluna, og tryggja tær at allar upplýsingar t.d. bústaðir, telefonnummur, samskiftispersónar, dagfesting o.a. eru rættar. Eru serligar avtalur gjørdar við seljaran, skal hetta eisini kunna lesast í sáttmálanum. Sáttmálanir skulu váttast við telduposti ella við undirskrift.

Egið eftirlit

Um tú leigar og sjálv/ur stendur fyri eftirlitinum, so verður tað fyri egna rokning og ábyrgd. Vit flyta og seta upp til flestu tiltøkini. Um so er, at leigarin sjálvur ynskir at gera hetta, skal tað gerast sambært vegleiðingini. Verður vegleiðingin ikki fylgd, fráskriva vit okkum alla ábyrgd.

  1. Tað skal altíð vera ein vaksin persónur, sum heldur skil á hoppiborgini.
    2. Tað er strangliga bannað at…
    – at vera í skóm ella hava hvassar lutir við í hoppiborgina.
    – klintra ella hanga uppi á síðunum.
    – at hava góðgæti, mat ella drekka við í hoppiborgina.
    3. Tað skulu ikki fleiri persónar í hoppiborgina, enn hon er ætlað til.
    4. Í nógvum vindi ella regni er neyðugt at tryggja hoppiborgina eyka væl, og tað kann gerast neyðugt at koyra luftina úr henni.

Verða hoppiborgir illa pakkaðar ella pakkaðar vátar/vátligar taka vit kr. 375,00 eyka fyri at turka og pakka hoppiborgina. Somuleiðis taka vit kr. 375,00 í vaskigjaldi, um hoppiborgin kemur aftur skitin. Vit taka ikki eykagjald fyri bæði at vaska og turka hoppiborgina samstundis.

Vørur við eftirliti

Nakrar av okkara vørum verða bert útleigaðar við okkara egna eftirliti. Hetta tryggjar, at góðskan, sum kundanir fáa, er á hægsta støði. Øll starvsfólk okkara hava fingið upplæring í at brúka
allar okkara tænastur, og er hetta við til at tryggja, at trygdin er so góð sum gjørligt.

Eru feilir við vørunum?

skuldi tað hent, at tað eru trupulleikar við onkrum av okkara vørum, skal leigarin siga frá beinavegin á tlf: 214500. Næstan allir trupulleikar kunna loysast yvir telefon.

  1. Allir prísir eru galdandi fyri eitt døgn, um annað ikki er avtalað. Flutningur og uppsetan kann keypast afturat.
    2. Bíleggingin er ikki tryggjað, fyrr enn trygd ella full leiga er goldin.
    3. Leigarin skal syrgja, fyri at tað verður hildið eftirlit við hoppiborgini av einum vaksnum/ myndigum persóni.
    4. Leigarin hevur ábyrgdina av øllum herverki og yvirnýtslu av hoppiborgunum, og kann koma at gjalda eyka fyri skaðar, sum standast av ósketni. Leigarin hevur harafturat skyldu at siga útleigaranum frá, um møguligir skaðar eru komnir á hoppiborgina. Hetta er sera umráðandi, tí tað kann koma fyri, at tann næsti, sum leigar hoppiborgina, fær eina hoppiborg, sum ikki riggar, og tað er sera óheppið, um leigarin ikki er tætt við Tórshavn.
    5. Um leigarin velur at avlýsa ein sáttmála, skal leigarin gjalda 10 % av prísinum.
    6. Tað leigaða verður nýtt undir egnari ábyrgd. Vit mæla til, at leigarin teknar ta sokallaðu “stevnutryggingina”, áðrenn tiltakið skal vera.
    7. Tá leigarin velur sjálvur at hava ábyrgdina av flutningi og uppsetan, skal leigarin eisini syrgja fyri at tað leigaða kemur aftur reint og pakkað á sama hátt, sum tá tað varð útflýggjað.