SAMBAND VIÐ TATANKA

Um tú hevur ein fyrispurning ella ynskir at bíleggja onkra av okkara vørum, so vinarliga ring ella fyll út niðanfyri.
Tatanka Sp/f.
Varðagøta 54
FO-100 Tórshavn
Teldupostur: [email protected]



    Um Tatanka

    Sp/f Tatanka varð stovnað í 1999 av Jóhan á Plógv. Fyrst blivu ein hoppiborg og tann kendi rodeotarvurin keypt. Síðan hevur Jóhan selt fyritøkuna til Sigfríð á Plógv, og nú eigur fyritøkan umleið 16 hoppiborgir og nógv annað til ítriv.

    Eisini hevur Sp/f Tatanka havt paintball í nøkur ár, og hendan ítróttargreinin hevur verið sera væl umtókt millum bæði menn og kvinnur

    Fyritøkan hevur harafturat latið upp eina heilsølu, har hon selir vinningar til tombola og tílíkt.

    Søgan

    Sp/f Tatanka bleiv stovnað í 1999 og er heimahoyrandi í Tórshavn. Sígfríður á Plógv Hansen er í dag stjóri og høvuðseigari í felagnum.
    Virksemi byrjaði við eini hoppiborg og tí eftirhondini kenda rodeo tarvurin, sum hevur verið eitt fast tiltak á flest øllum stevnum seinastu 20 árini.

    Virksemið er vaksið nógv seinastu árini. Felagið veitir undirhaldsútgerð og tænastur kring alt landið, á eitt nú stevnum, festivalum og øðrum tiltøkum, umframt hópin av bíløgdum tiltøkum árliga. Og virksemið er í dag víðkað til eisini at fevna um t.d. matstovuvirksemi, undirhaldsvirksemi til vaksin og annað.

    Tað eru gjørdar nógvar íløgur í útgerð seinastu árini, og til tann partin av virkseminum, sum er ætlaður til barnaundirhald burturav, hevur fyritøkan 10-15 hoppiborgir, karussellir og nógva aðra útgerð.

    Eisini hevur Sp/f Tatanka havt paintball í nøkur ár, og hendan ítróttargreinin hevur verið sera væl umtókt millum bæði ung og tilkomin og millum menn og kvinnur.
    Seinastu árini hevur fyritøkan latið upp eina heilsølu, har hon millum annað selir vinningar til tombola og eisini ymiskt til byggivinnuna. Tað nýggjasta er ein matstovu og barr í Havn, sum eitur Loca.

    Vanligar treytir

    Tá tú bíleggur eina ella fleiri vørur, verður ein leigusáttmáli gjørdur. Sáttmálin skal tryggja, at tað ikki henda misskiljingar millum okkum sum útleigara og teg sum fyriskipara. Syrg tí altíð fyri at nærlesa avtaluna, og tryggja tær at allar upplýsingar t.d. bústaðir, telefonnummur, samskiftispersónar, dagfesting o.a. eru rættar. Eru serligar avtalur gjørdar við seljaran, skal hetta eisini kunna lesast í sáttmálanum. Sáttmálanir skulu váttast við telduposti ella við undirskrift.

    Tá tú bíleggur eina ella fleiri vørur, verður ein leigusáttmáli gjørdur. Sáttmálin skal tryggja, at tað ikki henda misskiljingar millum okkum sum útleigara og teg sum fyriskipara. Syrg tí altíð fyri at nærlesa avtaluna, og tryggja tær at allar upplýsingar t.d. bústaðir, telefonnummur, samskiftispersónar, dagfesting o.a. eru rættar. Eru serligar avtalur gjørdar við seljaran, skal hetta eisini kunna lesast í sáttmálanum. Sáttmálarnir skulu váttast við telduposti ella við undirskrift.

    Les allar treytirnar á hesu síðu.