Tænastur
Vit útleiga amboð til nógvar ymiskar vinnur, so sum undirhaldsvinnuna, byggivinnuna, catering og tivoli.

Undirhald og tivoli

Byggivinnan

Catering
Besta Catering og undirhald í Føroyum
Vit bjóða tykkum eina heildarloysn, har bæði matur og stuttlig tiltøk fara hond í hond. Við meira enn 20 ára royndum innan undirhald og matgerð, kunnu vit á Tatanka tryggja, at tykkara næsta tiltak verður nakað heilt serligt. Vit taka okkum av øllum frá barnaføðingardøgum, polterabend og fyritøkutiltøkum til størri veitslur og festivalar.
Hjá okkum finnur tú hølir, sum eru væl egnað til bæði matservering og undirhald, men vit koma eisini fegin út til tykkara egnu hølir, fyritøku, festivalar, barnagarðar ella onnur støð.
Catering
Matur er ein týðandi partur av øllum tiltøkum, og tí bjóða vit á Tatanka altíð velsmakkandi rættir.
Vit gera alt frá einfaldum smárættum til fjølbroyttar matarskráir, ið hóska seg til barnaføðingardagar, polterabend, fyritøkur ella onnur tiltøk.
Undirhald
Fyri at gera tykkara tiltøk so spennandi sum gjørligt, bjóða vit eitt breitt úrval av undirhaldi til øll aldursbólk.
Vit hava m.a. tivoli, rodeo-tarv, hoppiborgir, paintball, poolborð og mangt annað.
BRÚK FYRI HJÁLP?
Lat okkum ráðgeva teg. Fá eitt óbindandi tilboð sendandi ella ráðgeving upp á júst tín tørv. Skriva til okkara niðanfyri, so ringja vit aftur ella svara á telduposti skjótast tilber.
Hví velja Tatanka?
Við stoltleika kunnu vit siga, at vit hava veitt undirhald til allar føroyingar í øllum aldursbólkum. Seinastu 20 árini hevur Tatanka veitt eitt nú tivoli á ólavsøku, hoppiborgir til festivalar og tombola til skúlaflokkar, tiltøk, vælgerðararbeiði og ítróttarfeløg.
Tatanka veitir tænastur í øllum Føroyum.
20 ára royndir
Vit hava alt sum skal til fyri at hava eitt vælegna tiltaki, bæði um tiltaki er fyri pening fyri eyga, ella um tað er ókeypis fyri vitjandi
Kring alt landið
Gjøgnum hesi árini hava vit verið á næstan øllum oyggjum í Føroyum vit okkara útgerð, so eingin uppgáva er ov ring
Heildarloysnir
Vit hava alt frá undirhaldinum, matin og útgerðina til títt tiltak, so tit hava bara brúk fyri okkum sum veitara.
Ráðgeving
Gjøgnum øll hesi 20 árini hava vit nógvar royndir har vit nú vita hvat skal til fyri at tey ymisku tiltøkini skulu ednast væl, so vit skulu nokk finna bestu loysnina saman.