treytir

Bílegging

Tá tú bíleggur eina ella fleiri vørur frá okkum eru hesar trytir altíð galdandi. Syrg tí altíð fyri at nærlesa treytinar. Eru serligar avtalur gjørdar við seljaran/eigarin, skal hetta kunna lesast í einum sáttmálan. Sáttmálanir skulu váttast við telduposti ella við undirskrift.

 

Egið eftirlit

Um tú leigar og sjálv/ur stendur fyri eftirlitinum, so verður tað fyri egna rokning og ábyrgd. Vit flyta og seta upp til flestu tiltøkini. Um so er, at leigarin sjálvur ynskir at gera hetta, skal tað gerast sambært vegleiðingini. Verður vegleiðingin ikki fylgd, fráskriva vit okkum alla ábyrgd.

 

1: Tað skal altíð vera ein vaksin persónur, sum heldur skil á útgerðini.

2: Tað er strangliga bannað at, vera í skóm ella hava hvassar lutir við í hoppiborgina, klintra ella hanga uppi á síðunum, at hava góðgæti, mat ella drekka við í hoppiborgina.

  1. Tað skulu ikki fleiri persónar í hoppiborgina, enn hon er ætlað til.
  2. Í nógvum vindi ella regni er neyðugt at tryggja hoppiborgina/telti eyka væl, og tað kann gerast neyðugt at koyra luftina úr henni.

Verða hoppiborgir/telt illa pakkaðar ella pakkaðar vátar/vátligar taka vit kr. 500,00 eyka fyri at turka og pakka umaftur. Somuleiðis taka vit kr. 500,00 í vaskigjaldi, um hoppiborgin/telti kemur aftur skitin.

Vit taka ikki eykagjald fyri bæði at vaska og turka hoppiborgina samstundis.

 

Vørur við eftirliti

Nakrar av okkara vørum verða bert útleigaðar við okkara egna eftirliti. Hetta tryggjar, at góðskan, sum kundanir fáa, er á hægsta støði. Øll starvsfólk okkara hava fingið upplæring í at brúka allar okkara tænastur, og er hetta við til at tryggja, at trygdin er so góð sum gjørligt.

 

Eru feilir við vørunum?

skuldi tað hent, at tað eru trupulleikar við onkrum av okkara vørum, skal leigarin siga frá beinavegin á tlf: 214500. Næstan allir trupulleikar kunna loysast yvir telefon.

 

Allir prísir eru galdandi fyri eitt døgn, um annað ikki er avtalað.

  1. Flutningur og uppsetan kann keypast afturat.
  2. Bíleggingin er ikki tryggjað, fyrr enn trygd ella full leiga er goldin.
  3. Leigarin skal syrgja, fyri at tað verður hildið eftirlit við útgerðini av einum vaksnum/ myndigum persóni.
  4. Leigarin hevur ábyrgdina av øllum herverki og yvirnýtslu av útgerðini, og kann koma at gjalda eyka fyri skaðar, sum standast av ósketni. Leigarin hevur harafturat skyldu at siga útleigaranum frá, um møguligir skaðar eru komnir á útgerðina. Hetta er sera umráðandi, tí tað kann koma fyri, at tann næsti, sum leigar útgerðina, fær tildømis eina hoppiborg, sum ikki riggar, og tað er sera óheppið, um leigarin ikki er tætt við Tórshavn.
  5. Leigarin hevur fulla ábyrd av allari útgerð tá ið hon er levera frá okkara síðu, vit hava trygging sum dekkar okkara útgerð so leingi hon er í okkara hendum, men so skjótt hoppiborgin/telti er sett upp til kunda hevur kundin fulla ábyrd av um skaðar ella líknandi koma á henni 6. Tað leigaða verður nýtt undir egnari ábyrgd. Vit mæla til, at leigarin teknar eina trygging áðrenn tiltakið skal vera.
  6. Tá leigarin velur sjálvur at hava ábyrgdina av flutningi og uppsetan, skal leigarin eisini syrgja fyri at tað leigaða kemur aftur reint og pakkað á sama hátt, sum tá tað varð útflýggjað.